Kaffiløtan: Siti og eygleiði skjótt 1 ára gomlu dóttrina, sum hon situr og spælir við leikurnar í kassanum. Kassanum, sum hevur áskriftina: “Don’t grow up, it’s a trap”. Tá slær tað meg, at knappliga er man vorðin vaksin. Hevur fingið føtur undir egið borð, gift kona, húsaeigari, billán, nýtslulán og you
name it. Fýra (smá) børn og fulltíðarstarv.
Tá liggur ein ávís ábyrgd á herðunum á einari, og lívið og gerandisdagurin krevur neyva planlegging, fyri at skula eydnast væl. Sum oftast koyrir alt, so sum tað skal. Lønin kemur støðugt hvønn mánaða og útreiðslurnar fara sjálvvirkandi av kontuni.
Onkuntíð fær man tó eitt slag fyri bógvin, og lívsførslan má endurskoðast. Sum til dømis tá eitt nýtt barn verður føtt og ein fer í barsilsfarloyvi. Í okkara føri førdi tað við sær, at mín inntøka lækkaði munandi, tí at barsilsútgjaldið varð 6000kr lægri um mánaðin enn mín vanliga løn! Knappliga hekk roknistykkið í eginbúskapinum (privatøkonomiini) ikki saman longur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo