Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tilvildarlig mynd av línuskipi

Tilvildarlig mynd av línuskipi

Tilvildarlig mynd av línuskipi

Granskingarráðið: Í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum SHIMA, sum er altjóða rit um gransking av oyggjasamfeløgum, er grein við heitinum Boat Spirits, Sea Monsters and Seal Women – Fishermen and hidden aquatic dangers in the Faroe Islands.

Firouz Gaini, professari í antropologi, hevur skrivað greinina, ið frítt kann lesast her 

Í úrtakinum stendur millum annað:

Hendan greinin viðger sjósøgur úr Føroyum við serligum denti á søgurnar um mannin umborð, ein anda, ið heldur til umborð á fiskiskipum. Endamálið við greinini er at kanna og greina mentanarligu umboðanirnar av sambandinum millum hav og land í Føroyum í dag. Við støði í kritiskari hugsan og greining verður spurt, hvørja støðu og hvønn leiklut sjósøgur og fólkaminni hava í samfelagnum í dag – til dømis í mun til kjak um havið, oyggjarnar og framtíðina. Maðurin umborð, kópakonan og hini hinumegin eru ikki horvin í søguni, men fáa nýggjar týdningar í nýggjum samanhangum. Tey geva fólki ímyndir um, hvat ið er undir vatnskorpuni og handan havið vit kenna. Sostatt er maðurin umborð eisini ein mynd av vandum í lívinum hjá oyggjabúgvum í einum globaliseraðum heimi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo