Angela Lansbury er deyð, 96 ára gomul.
Tað boða altjóða miðlar frá, við familjuni sum keldu.
Lansbury, sum andaðist í heiminum í Los Angeles, er ein av fáu filmsleikarum, ið hevur verið virkin í átta áratíggju, heilt síðan gyltu dagarnar í Hollywood og til okkara tíð.
Nýggjasti leiklutur var í Mary Poppins returns (2018).
Lansbury var fødd í Bretland, flutti til USA í 1940 og til Írlands í 1970.
Umframt í klassiskum svørthvítum Hollywoodfilmum, bleiv hon kend sum Jessica Fletcher í sjónvarpsrøðunum Murder, she wrote frá 1984 til 1996.
Millum bestu filmar, sum Angela Lansbury hevur havt ein týðandi leiklut í, eru Gaslight (1944), The picture of Dorian Gray (1945) og The Manchurian Candidate (1964).
Í 2014 fekk hon ein heiðurs Oscar við áskriftini: “To Angela Lansbury, an icon who has created some of cinema's most memorable characters inspiring generations of actors.”
Árið eftir fekk hon heitið Dame.
Fleiri bøkur eru skrivaðar um Lansbury, sum heilt vist er millum tey nøvn í filmsøguni, sum hava nátt høgan aldur og til tað síðsta hava spælt við í filmi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo