Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hernaðarligur radari sigst vera neyðugur her á landi;

trygd og sjálvsavgerðarrættur verða sett upp hvørt móti øðrum,

har staðsetan av radara skapar politiska ósemju í Føroyum,

tá loysingar- og sambandsvengur seta hart móti hørðum.

 

Landsins trygd og verja donsk málsøki altíð hava verið,

tí tey eru statsins tilverugrundarlag;

samstarvsráð og ríkisfundur nýliga skipaði eru, at tálma sjálvsavgerðarrætt

og fyri at valdfýsni ikki skal koma fyri ein dag.

 

Føroyar snúningspunkt, tá trygd og verja í norðuratlantshavi og Arktis ræður;

NATO og USA hetta ásanna,

tí má Danmark gera sum stórveldi vestantil sigur;

og best er, um Føroyar í trygdar- og verjumálum tigur.

 

Semja um staðsetan av radara nú er undirskrivað;

enn eitt amboð hjá stati, at tryggja yvirvald og verða garantur,

tí statsins umboðsfólk avgerðarrættin í trygdar- og verjumálum hava,

soleiðis at ríkisfelagsskapurin verður verandi intaktur.


Henrik Weihe Joensen
29. oktober 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo