Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Felagið Blóðgevi: Mikudagin 27. september 2022 var í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum eitt lítið hátíðarhald í sambandi við, at Jákup Pauli Johansen gav blóð fyri 100. ferð.

Jákup Pauli fekk handað samanplanting, eitt blómutyssi og ein pelikan úr glasi, sum Mikkalina Norðberg hevur framleitt. Pelikanurin er altjóða súmbol, sum øll heimsins blóðgevarafeløg nýta. Pelikanurin ímyndar eitt menniskja, sum ósjálvsøki hjálpir øðrum, so viðkomandi kunnu yvirliva.

Á myndini síggjast Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgeva, Jákul Pauli Johansen, blóðgevi, og Joan Petersen, deildarbioanalytikari.

Felagið Blóðgevi er sera fegið um, at so nógv fólk í Føroyum sjálvboðin velja at vera blóðgevar, so blóðbankarnir altíð vita, at tað ber til at útvega neyðugar mongdar av blóði, sum sjúkrahúsini nýta í sambandi við eitt nú skurðviðgerðir og regluliga viðgerð av ymiskum sjúkum.

Tað ber altíð til at melda seg sum blóðgeva á heimasíðuni hjá Felagnum Blóðgeva: www.gevblod.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo