Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Lógin um miðlastuðul slapp ikki gjøgnum nálareygað í Løgtinginum áðrenn tingárið endaði, tí passaliga nógv í politisku skipanini raknaðu við og sóu, at her ruggaði ikki rætt.

VP vísti, sum einasti miðil, á tað hugvekjandi í, at tað bleiv fyrst og fremst Sosialurin, gamla arbeiðsplássið hjá landsstýriskvinnuni sum hevur orðað uppskotið, og blaðið sum annars hevur søguligt tilknýti til Javnaðarflokkin, sum fór avstað við at kalla allari stuðulspuljuni. Orsøkin er, at ein stórur partur av pengunum skulu brúkast til at stuðla útbering av bløðum.

Og tað "besta" av øllum: Stuðulin skuldi veitast uttan skuggan av kravi um betri innihald enn tað sum longu var. Altso, her var talan um at premiera heldur enn at stuðla tí ið krevur bata.

VP fekk eisini fram í ljósið, at blaðstjórin á hinum blaðnum, Dimmalætting, ikki helt stuðul til blaðútbering var nakað gott hugskot.

Og so vístu vit á, at í øðrum londum, eitt nú Danmark, eru fleiri ár síðani stuðul til blaðútbering varð útfasaður og avloystur av stuðli til redaktiónirnar - altso kreativa partin av einum miðli.

Og hetta er sjálvandi leiðin, vit í Føroyum eisini skulu ganga, um vit skulu veita nakran almennan stuðul til privatar fyritøkur sum reka miðlar. Vit skulu stuðla lønum til útbúnar journalistar.

Journalisfakið er ógvusliga skert í Føroyum seinastu árini, har flestu av gomlu bløðunum eru horvin. Og hartil vóru Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya løgd saman til Kringvarp Føroya, sum eisini gjørdi, at nógv journalistik arbeiðspláss hvurvu.

Ætlanin um privatan miðlastuðul er ikki slept. Ein roynd afturat verður gjørd, tá nýggja tingsetan byrjar. Og landsstýriskvinnan avdúkar - í Sosialinum - at hon ætlar sær framvegis at bløðini (les: blaðið), skal hava tað mesta.

Tað er stuttligt og tankavekjandi at síggja, at Sosialurin er farin at løða.

Higartil eru formaðurin í felagnum Føroysk Miðlafólk og landsstýriskvinnan í mentamálum hálað upp úr hattinum.

Enn er ongin spurningur komin um, hví vit skulu seta eina skipan í verk, sum onnur hava droppað.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo