Lógin um stuðul til privatar miðlar, sum higartil hevur verið strandað í Mentanarnevnd Løgtingsins, fær ikki fulla undirtøku í samgonguni.
VP frættir, at fleiri í samgonguni eru sera ivasom um uppskotið, sum fer at geva tí einu miðlafyritøkuni, Sosialinum, sum til 2006 var ogn hjá Javnaðarflokkinum, ein fyrimun framum aðrar miðlar.
Uppskotið er beinleiðis rakstrarstuðul til miðlafyritøkur sum hava eina avís millum sínar miðlar. Onki krav verður sett innihaldinum fyri stuðulin, sum verður veittur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo