- Eg havi onki ímóti útberingarstuðli, tí eg haldi at avísin hevur nakrar dygdir, sum aðrir miðlapallar ikki hava. Men stuðulin kann ikki bara latast uttan treytir.
Tað sigur Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi og fyrrverandi formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk.
VP hevur spurt Ingolf Olsen um hansara støðu til málið, sum fyrst og fremst endar sum beinleiðis rakstarstuðul til tann eina miðilin, Sosialin, og sum fleiri aðrir føroyskir miðlar, eisini tey sum standa til at fáa burturav stuðlinum, ikki halda er nøkur gongd leið.
- Frælsur tíðindaflutningur og sterkur, dygdargóður journalistikkur eru grundsúlur undir fólkaræðinum, men í Føroyum er marknaðurin ov lítil, til at hann einsamallur kann geva neyðugu orkuna til eitt fjølbroytt miðlalandslag við høgum journalistiskum standardi. Tí er tað neyðugt við almennum stuðli, um vit meina hetta við góðum journalistikki í álvara. Júst í tí høpinum ber illa til at samanbera okkum við grannalondini, har útberingarstuðulin verður útfasaður, tí marknaðirnir har eru størri og miðlalandslagið náttúrliga meira fjølbroytt.
- Men tað er greitt, at tað er neyðugt at seta treytir við, tá vit lata stuðul. fyri at tryggja at hann røkkur endamálinum, sum er at hækka journalistiska støðið. Sjálvur haldi eg, at lógin um fjølmiðlaábyrgd og tilhoyrandi leiðreglur um góðan fjølmiðlasið eiga at vera grundarlag undir almennum miðlastuðli, soleiðis at skilja, at bert miðlar, ið eru fevndir av hesi lóg, og sum ganga eftir leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, kunnu koma upp á tal at fáa stuðul. Sjálvandi skal tað eisini peika frameftir, soleiðis at tað onkursvegna kann mátast, at stuðulin eisini í veruleikanum røkkur endamálinum.
- Men sum uppskotið sær út nú, kemur tað neyvan ígjøgnum Løgtingið.
- Tað fái eg ikki mett um, tí onki álit er komið úr mentanarnevndini enn, men eg vænti avgjørt, at hetta málið verður loyst soleiðis, at øll kunnu liva við tí, men í fyrsta lagi soleiðis, at vit fáa betri miðlar og betri journalistikk, sigur Ingolf S. Olsen.
Spurdur beinleiðis, um hann atkvøður fyri uppskotinum sum tað sær út nú, sigur Ingolf Olsen, at tað vil hann ikki svara uppá, tí hann vil fyrst síggja álitið hjá Mentanarnevndini.
- Men um tað nú kemur óbroytt úr Mentanarnevndini. Atkvøður tú so fyri?
- Tað vil eg hvørki svara ja ella nei uppá, tí tað skal ein størri diskussión til, svarar tingmaðurin fyri Tjóðveldi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo