Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsstýrið ætlar at styrkja privatu føroysku miðlarnar. Stuðulin verður fyrst og fremst veittur sum útberingarstuðul til føroysku bløðini. Harafturat er ein partur av stuðulspuljuni, sum fer til førleikamenning.

Men ikki øll, sum ein skuldi hildið fegnast um eitt slíkt uppskot, gera tað.

Georg Lindenskov Petersen, ábyrgdarblaðstjóri á Føroya elsta blaði, Dimmalætting, heldur ikki at stuðulin fer best soleiðis, sum landsstýrið leggur upp til.

- Eg stúri fyri, at Posta so við og við fer at justera sínar prísir fyri útberingina, og so er onki vunnið, sigur hann við VP.

Dimmalætting vísti í sínum hoyringsskrivi til uppskotið á, at Posta í fleiri ár ikki hevur hækkað kostnaðin fyri at bera bløðini út. Samstundis sum kostnaðurin fyri at bera vanlig brøv og annan post út er nógv hækkaður.

Georg Lindenskov Petersen vísir á, at so leingi sum ongin kapping er um útberingina, kann Posta gera sum tey vilja.

- Fyri nøkrum árum síðani var ein privat fyritøka sum bjóðaði seg fram at bera út bløðini. Tá var kapping. Men Posta keypti hesa fyritøkuna, og nú er aftur monopol, sigur Georg L. Petersen við VP.

Uppskotið er orðað soleiðis, at útberingarstuðul til bløðini er fremsta endamál við lógini. Tað stendur longu í grein 1.

Men lógin skuldi heldur snúð seg um at styrkt redaktionella umhvørvið, heldur blaðstjórin á Dimmalætting.

- Eg haldi ikki, tað hevur størstan týdning at stuðla blaðútbering. Tað hevði verið eitt nógv betri tiltak frá landsstýrinum, um stuðulin fór til at styrkja tær privatu redaktiónirnar sum eru, og sum allar ella nógvar eru merktar av at vera veikar, tí kreaviti parturin í einum miðli, innihaldið, er tað sum hevur størstan týdning, men samstundis eisini tað sum kostar mest pening, sigur Georg L. Petersen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo