Sambært ForwardKeys, sum livir av at greina ferðavinnu, eru summir prísir á flogferðum í Europa ein triðing bíligari nú enn um somu tíð í fjør.
Prísir á ferðum úr londum sum Stórabretlandi, Frankaríki, Týsklandi og Niðurlondum til Suðureuropa vóru í august mánaða 15% lægri um somu tíð í fjør. Prísirnir eru niðursettir fyri at fáa gongd í aftur, men eftir øllum at døma hevur tað higartil ikki lukkast flogfeløgunum.
Flogferðirnar eru færri enn helvtin av tí, tær vóru um somu tíð í fjør.
Eurocontrol, sum samskipar flogferðsluna í Europa, hevur áður sagt, at flogferðslan í oktober í ár fer at vera eini 30% lægri enn somu tíð í fjør. Nú sigur Eurocontrol, at rætta talið helst er 57% lægri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo