Málsviðgerðar í almennu og kommunalu fyrisitingini hava skyldu at kenna fyrisitingarlógina. Skeiðið fær framúrskarandi eftirmetingar! Tekning á synergi.fo
Synergi:
Kanska hevur tú leingi ætlað tær at fari á skeið? Kom við nú, so hevur tú tað uppá pláss longu í ár. Sum málsviðgeri í almennu og kommunalu fyrisitingini eigur tú at kenna til fyrisitingarlógina. Ivast tú t.d. í, um tú hevur notatplikt? Um tú ert ógegnig/ur, hvørjar røttu mannagongdirnar eru? Nógv er at seta seg inn í og lættasti mátin er at koma á skeið. Hetta skeiðið fær framúrskarandi eftirmetingar, so tað er at tekna teg beinanvegin.
Lær alt frá A – Z
Á hesum skeiðinum fært tú alla ta vitan um fyrisitingarlógina, sum tú skalt hava, sum málsviðgeri innan tað kommunala og almenna. Tú lærir alt um fyrisitingarlógina frá A-Z og ikki minst, hvussu hon virkar í praksis. Tú fært innlit í, hvørjar fellur eru, og tú tryggjar at tíni viðskiftafólk fáa eina meiri professionella og rættvísa málsviðgerð.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva tær grundleggjandi kunnleika til øll málsviðgerðarkrøvini í fyrisitingarlógini og fyrisitingarrættinum annars. Aftaná skeiðið hevur tú eitt gott yvirlit og innlit í høvuðsprinsippini fyri málsviðgerð innan tað kommunala og almenna. Tú fert at duga at eyðmerkja løgfrøðiligar fellur, og tú lærir, hvat tú, sum málsviðgeri, skalt duga.
Gott skeiðstilfar
Tú fært gott skeiðstilfar, ið kann brúkast sum vegleiðingaramboð í dagliga arbeiðinum.
Undirvísari
Undirvísarin, Petur Elias Nielsen, hevur í 20 ár undirvíst aðalráðum, landsstovnum, kommunum og kommunalum stovnum í ”klassiskum” fyrisitingarrætti, so tú ert í góðum hondum.
Tekna teg til skeiðið á heimasíðuni hjá Synergi HER! og les samstundis alt um skeiðið. Tú kanst eisini ringja á tlf. 322355.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo