N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Dugir tú væl at skriva og at fáa ein boðskap greitt út? Kanst tú seta fangandi orð á eitt stórt og torført politiskt mál eins væl og eina lítla runda føðingardagsheilsan? Trívist tú mitt í politiska maskinrúminum, har ferðin mangan er høg? So ert tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit bjóða
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi samskiftisstarv, har ein av tínum fremstu uppgávum verður at skriva.

Tú fært m.a. ábyrgdina av, í tøttum samstarvi við løgmanni, at umseta hugskot og hugsjónir hjá løgmanni til røður og tíðindaskriv. Tað verið seg alt frá teimum stóru røðunum, sum nýggjársrøðu og ólavsøkurøðu, til smærri røður, tá løgmaður ber fram heilsur, setur tiltøk og ráðstevnur.

Tú kemur eisini at taka tær av innan- og uttanhýsis samskiftinum hjá Løgmansskrivstovuni, undir hesum røkt av heimasíðu, innanneti og sosialum miðlum. Tú verður harafturat bindilið millum Løgmansskrivstovuna, stjórnarráðini og uttanhýsis veitarar, tá ið tað snýr seg um yvirskipaða samskiftið hjá Landsfyrisitingini.

Møguleiki verður eisini fyri at luttaka í øðrum uppgávum hjá Løgmansskrivstovuni, eitt nú í mun til tvørgangandi verkætlanir, ið fevna um ábyrgdarøki hjá fleiri landsstýrisfólkum.

Faklig førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving innan t.d. samskifti, journalistik ella samfelagsviðurskifti.

Harumframt ímynda vit okkum, at tú hevur royndir innan økið.

Persónlig førleikakrøv
Vit vænta, at tú sum søkir:

• dugir sera væl at samskifta á føroyskum og enskum, bæði í skrift og talu

• hevur áhuga og innlit í politikk og samfelagsviðurskifti

• dugir skjótt og sjálvstøðugt at finna fram viðkomandi tilfar og seta teg inn í nýggj viðurskifti

• ert ágrýtin, fleksibul og trívist við at arbeiða undir trýsti og við stuttum freistum

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella avvarðandi fakfelag.

Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, hini stjórnarráðini og stovnar undir stjórnarráðunum. Tænastustaðurin er í løtuni Løgmansskrivstovan.

Umsókn
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsrensli og øðrum skulu sendast við telduposti til: starv@tinganes.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. november 2024.

Starvið verður sett 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Pól R. Wolles, deildarstjóra, teldupostur: polrw@tinganes.fo, telefon: 504705, at fáa nærri upplýsingar um starvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo