Atkvøðugreiðslan í Sørvágs kommunu á kommunuvalinum týsdagin 12. november 2024 verður á bókasavninum í Sørvágs skúla.
Atkvøtt verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 11. november 2024.
Tey, ið vegna skjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men má boðað verða frá á Kommunuskrivstovuni til. 363200 í seinasta lagið kl. 12.00 henda dagin.
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Kommunuskrivstovuna sum skjótast.
Valstýri í Sørvágs kommunu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo