Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nærvarpið í Vestmanna er í jólahýri í hesum døgum. Á skránni er ein frásøgn um ein túr eftir skoravegnum, sum Sverri Egholm skrivaði, eins og ein fyrilestur hjá Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðingi, um jól í gomlum døgum

Nærvarpið í Vestmanna hevur hitt nýggja bygdarráðið til eitt prát um ætlanirnar næstu fýra árini

Nærvarpið í Vestmanna er í jólahýri og hevur tikið upp jólakonsertir í kirkjuni. Eisini er prát við Marjun Kálvalíð, prest, eina mest um tað sum er á skránni í kirkjuni nú um høgtíðina

Í sendingini hesaferð hitta vit millum annað fyrrverandi skúlastjóran í Vestmanna, Jaspur Olsen. Eisini hoyra vit um nýtt bilverkstað sum letur upp, og vit eru við, tá jólatræið í Vestmanna verður tendrað

Sendingin hjá nærvarpinum í Vestmanna snýr seg hesaferð millum annað um uppskotið um býarplan fyri Vestmanna, sum arkitekturin Ragnar Zachariassen hevur gjørt saman við øðrum. Vit hoyra eisini um ársins jólaborðhald og nýggja hárfríðkanarstovu, sum er latin upp

Umframt prát við Sáru frá væl umtóktu sendingini "Vild med Dans" er eisini prát við Jan Oluf Olsen sum í nógv ár hevur verið í danska herinum á skránni hjá lokala útvarpinum í Vestmanna hesaferð

Sunnukvøldið var beinleiðis valsending á skránni hjá lokalu útvarpsstøðini í Vestmanna. Hoyrdi tú ikki sendingina ber til at lurta her

Nú fer nærvarpið í Vestmanna undir aftur sínar sendingar, og í fyrstu sendingini greiðir Kristina hjá Viggo Dam frá eini álvarsligari ólukku, hon var fyri, og sum merkti restina av hennara lívi

Á skránni hesaferð var 1. maidagshald, fagnaður av hondbóltsmeistarunum, tilstundandi Bátastevnan og prát um kappróðrabátar og -nøvn

Nærvarpið í Vestmanna hevur hesaferð forvitnisliga samrøðu á skránni við Irenu Christophersen, sum var kona ein av reiðarunum í bygdini, Henry Christophersen. Eisini er prát við Hans Paula Strøm um 1. mai dagshald

Nærvarpið í Vestmanna hevði hesaferð eina fjølbroytta sending við nógvum ymiskum og spennandi evnum

Áki Johansen er sendimaður Føroya í London. Í sendingini hjá nærvarpinum í Vestmanna hesaferð hoyra vit samrøðu við Áka um lívið sum alment umboð fyri Føroyar í útlondum

Hoyr áhugaverda samrøðu við ein av royndu tyrlupilotunum hjá Atlantic Airways, Martin Hummeland, í sendingini hesaferð. Eisini er prát við Inga Olsen, hondbóltsvenjara, og góður tónleikur

Staðið FM, nærvarpið hjá øllum vestmenningum heima og burturi og øðrum sum hava hug at lurta, sendir í kvøld ymiskt gott úr bandasavninum. Eitt nú fer Jørgen Heine Bech at siga frá, eisini fer Johild Akraberg Durhuus at fortelja

Sendingin hjá Nærvarpinum í Vestmanna hesaferð er frá kvinnudagshaldinum sum var í Miðhøllini í Vestmanna skúla 8. mars

Á skránni hjá Nærvarpinum í Vestmanna hesaferð er forkunnugt prát við Wilhelm Petersen, vinnuháskúlastjóra, sum á yngri árum íðin tók lut í ríka tónleikalívinum í bygdini

Hans Johannesen úr Vestmanna misti sum blaðungur fýra fingrar á høgru hond og fekk stóran skaða í hina umborð á skipi. Men kortini hevur hann havt eitt sera virkið arbeiðslív. Studning og hjálp hevur hann ongantíð vilja vita av. Harumframt er prát um Altjóða Kvinnudagin á skránni hjá Nærvarpinum

Nógv spennandi er á skránni hjá nærvarpinum í Vestmanna. Hoyr eitt nú um rumeniaferðirnar við neyðhjálp, sum Jógvan Johannesen hevur gjørt í fleiri ár

Lokala útvarpsstøðin í Vestmanna hevur hesaferð hitt Sommer Jacobsen, sum var smádrongur á Slættanesi. Harumframt er eisini prát við Trónd Streymoy

Nógvir føroyingar vita í dag ikki hvør Harry Fonsdal var. Men hann var ein sera áhugaverdur maður, sum umframt at vera Føroya fyrsti landsverkfrøðingur eisini vær fríheitskempari í Noregi undir krígnum

Hesaferð er Jógvan Durhuus í Nærvarpinum og sigur frá um gamlar dagar á posthúsinum og eisini sjónleik, tey spældu kring alt landið. Eisini eru gamlar konsertupptøkur á skránni

Lokala útvarpsstøðin í Vestmanna borðreiðir hesaferð við práti við Bjarna Aagaard Nielsen, sum í nógv ár hevur búð í Danmark. Eisini er prát við venjaran hjá hondbóltskvinnunum, Geir Wardum

Hoyr Rakul Davis úr Vestmanna greiða frá spennandi lívinum í USA, har hon búði í nógv ár. Millum annað greiðir hon frá, hvussu hon upplivdi at sita í einum ferðamannaflogfari 11. september 2001, og hvussu hon hevur upplivað fleiri melduródnir

Hesaferð ringdu tey í Nærvarpinum til Sonna Smith at frætta úr fyrilestrum sum hann heldur um søgu jødanna. Eisini kom Kári Durhuus á gátt og segði frá um tíðina tá hann spældi við orkestrinum Natives

Herfyri fylti Olga Højgaard í Vestmanna 100 ár. Nærvarpið hevur verið inni á gólvinum hjá henni og fingið eitt prát

Millum forvitnisliga tilfarið hjá nærvarpinum í Vestmanna er sending frá hátíðarløtuni tá jólatræið í bygdini varð tendrað. Eisini greiðir bókavørðurin frá áhugaverdum fyrilestrum, hon skipar fyri

Sendingin frá nærvarpinum í Vestmanna hesaferð hevur nógv tilfar um jólini. Eisini er ein forvitnislig samrøða við leynningin Robert Magnussen sum hevur búð tað mesta av síni ævi í Vestmanna

Marita á Rógvu sum lesur til journalist, er í praktik á TV2. Í sendingini hesaferð greiðir hon frá hvussu tað er. Eisini skulu vit hitta Lissy Ryan Durhuus, sum fer at greiða frá lívinum í Dublin, har hon býr

Barnagarðsbørnini í Vestmanna vóru á gátt hjá Olgu Højgaard, sum herfyri fylti 100 ár. Tey sungu fyri Olgu. Annað spennandi tilfar er eisini á skránni hjá Nærvarpinum í Vestmanna hesaferð

Tá Vestmannadagar vóru herfyri hevði Jákup í Gerðinum fyrilestur í skúlanum um vestmenningar sum fórust undir krígnum. Sendingin hesaferð bjóðar eisini upplestur um Galmaoliver og sluppina John Brown

Ímillum forkunnugu og spennandi innsløgini sum vóru í nærvarpinum í Vestmanna seinasta sunnudag var samrøða við Herit Magnussen og dóttrina Hervør, sum hava verið í Kambodja og hjálpt børnum og øðrum við ringum tonnum

Eftir ein langan summarsteðg er heimagjørda nærvarpið í Vestmanna aftur í luftini. Lurta við her á VP tá Pauli og Páll millum annað tosa um nýtt matstað í bygdini, eru gongutúr og eru til jóansøkubál. Koyr frá