Staðið FM, nærvarpið hjá øllum vestmenningum heima og burturi og øðrum sum hava hug at lurta, fer í kvøld at senda ymiskt gott úr bandasavninum.
Fyrst fara vit at hoyra Jørgen Heine Bech siga frá, og honum í hølinum kemur eldri bróðurin Signar Bech.
So tekur Johild Akraberg Durhuus um endan. Vit hoyra eisini góðan tónleik inn ímillum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo