Hesaferð er Jógvan Durhuus í Nærvarpinum og sigur frá ymsum, hann minnist frá tíðini tá tey í familjuni høvdu posthúsið í bygdini. Eisini sigur hann frá um sjónleik, vestmenningar spældu kring alt landið í 60unum og tíðliga í 70unum.
Eisini eru konsertupptøkur við góðu gomlu orkestrunum Thunderbirds, Sunflowers og Fox. Bogi Olsen eigur tær upptøkurnar, sum hann hevur verið so beinasamur at lata Nærvarpið í Vestmanna brúka.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo