Nærvarpið í Vestmanna hevði hesaferð eina fjølbroytta sending við nógvum ymiskum og spennandi evnum.
Nú tað stundar til Bátastevnu er upplagt at tosa við lokala bátafelagið og formannin, Kristin Friis. Eisini er prát við tveir limir úr legendarisku Thunderbirds, sum nýliga hava spælt til Beatles tiltak í SMS.
Og so er tilfar av meira siðsøguligum slagi, tá prátað verður við Johild Durhuus um gamlar dagar í Vestmanna.
Lurta við at trýsta á pílin undir myndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo