Nýggjur skúlastjóri verður settur í januar 2016.
Tað upplýsir Olaus Jespersen, deildarstjóri á Undirvísingardeildini í Mentamálaráðnum fyri VP.
Seinasta hálva árið hevur ein setanartilgongd verið við skúlan í Vestmanna, har søkt er eftir nýggjum skúlastjóra í tveimum umførum, men enn er so ongin settur.
Næmingar og starvsfólk hava tískil livað við eini fyribilsloysn hesa tíðina, og tað fekk formannin í skúlastýrinum at siga, at stýrið vónaði og væntaði at málið bleiv avgreitt áðrenn jól.
Men tað bleiv tað ikki, men verður í januar, sambært Olaus Jespersen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo