Skúlablaðið: Í eitt hálvt ár ella so hava lærarar og næmingar í Vestmanna skúla bíðað eftir at fáa at vita, hvør nýggi skúlastjórin verður. Starvið er lýst leyst í tveimum umførum, seinnu ferð vóru tríggjar umsóknir.
- Grundgevingarnar, vit hava fingið, hví starvið ikki er sett enn, undra okkum. Tað varð endurlýst, tí landsstýrismaðurin fór frá, og løgtingsval varð útskrivað, varð sagt.
- Nú eru góðir tríggir mánaðir gingnir eftir at starvið varð endurlýst, og einki hendir, og frustratiónirnar bara vaksa.
- Mær vitandi hevur tað ongantíð tikið so langa tíð at seta ein skúlastjóra fyrr, og vit undrast stórliga, at starvið er lýst tvær ferðir, og starvið framvegis ikki er sett, sigur Augusta Egholm Petersen, lærari og álitisfólk í Vestmanna skúla, við Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo