Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at seta nýggjan skúlastjóra í Vestmanna.

Næmingar og starvsfólk hava livað við eini fyribilsloysn tað sum farið er av hesum skúlaárinum.

- Hetta er óheppið, og vit kunnu hvørki bjóða næmingum ella starvsfólkum á skúlanum at liva við eini fyribilsloysn í eitt hálvt ár. Og vit kunnu heldur ikki bjóða teimum sum hava søkt, at tað tekur so langa tíð at taka eina avgerð, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í skúlastýrinum í Vestmanna Skúla við VP.

Upprunaliga varð søkt í juli mánað við freist 13. august, eftir at verandi skúlastjóri hevði sagt seg úr starvi. Men útskrivingin av løgtingsvalinum á Ólavsøku gjørdi, at onki hendi í málinum.

Tríggir umsøkjarar vóru tá til starvið.

Men eftir at Mentamálaráðið valdi at søkja av nýggjum, við umsóknarfreist 20. oktober, sita myndugleikarnir nú eftir við tveimum umsóknum at velja ímillum. Ein av teimum trimum upprunaligu umsøkjarunum hevur í tíðini sum er gingin fingið annað starv, og hevur tí tikið sína umsókn aftur, frættir VP úr Mentamálaráðnum.

Meira vilja tey ikki siga hagani.

Men forkvinnan í skúlastýrinum hevur eina greiða støðu:

- Eg havi sagt á røttum stað, at hetta má koma uppá pláss nú, og eg bæði vóni og vænti at málið verður avgreitt áðrenn jól, sigur Jóngerð Nielsen við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo