Landslags-málningur eftir bretska forsætisráðharran Winston Churchill er seldur á eini auksjón í London fyri yvir 60 milliónir krónur.
Chruchill málaði málningin undir vitjan í Marokko í 1943 og gav táverandi forsetanum í USA, Franklin Roosevelt, málningin í føðingardagsgávu.
Málningurin var seldur av syni Roosevelts stutt eftir at forsetin doyði í 1945, og fekk málningurin eftir tað fleiri eigarar.
Tann seinasti var Hollywood-sjónleikarin Angelina Jolie, sum herfyri setti hann til sølu, skrivar DR.DK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo