Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

– Tað er ein ógvuliga lítil samgonga, kanska bara við einari atkvøðu, sum nú skal trumfa ein miðlastuðul ígjøgnum, segði Jógvan á Lakjuni á tingsins røðarapalli í dag.

Orðini fullu í sambandi við 1. viðger av Miðlauppskotinum, sum Rigmor Dam, mentaráðkvinna, hevur lagt fram, sum ikki er annað enn eitt stuðulsuppskot til útbering av pappírsmiðlum, í størsta mun Sosialinum, sum er gamla arbeiðsplássið hjá Rigmor Dam.

Sambært Dagblaðnum, so helt Jógvan á Lakjuni tað vera ógvuliga harmiligt, at einki var gjørt fyri at gera eina roynd at skapa ein breiða semju um málið, áðrenn tað verður lagt fram.

– Tað verður bara eitt uppskot tveitt fyri tingið, uttan nakra roynd at ein breið semja yvirhøvur hevur verið upp á tal, segði Jógvan á Lakjuni sambært Dagblaðnum.

VP hevur roynt at fingið eina serstaka viðmerking frá mentaráðkvinnuni í sambandi við hennara skroypiliga og pappírs-sinnaða faks-uppskot, men tað er sum at sletta vatn á gás.

VP hevur spurt:

- Er tað ikki rætt, at Miðlahúsið stendur til at fáa størsta ágóðan av lógaruppskotinum um Miðlastuðul, sum tú hevur borið í tingið?

- Hvørji saklig kriterii hevur tú brúkt, tá tú hevur tikið dagar ímillum hvussu stuðulspuljan skal býtast?

- Hví velur tú ikki at fylgja álitinum Betri Miðlar, sum táverandi landsstýriskvinnan í mentamálum fekk í 2011?

Men einki svar er komið enn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo