Tórshavnar kommuna: Hátíðarhald verður á Kongabrúnni leygardagin 7. mai kl. 11 í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani fyrsti bilur kom í land í Føroyum. Minnispláta verður avdúkað og ymisk tiltøk verða.
Havnar Hornorkestur fer at spæla festligan horntónleik og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at halda røðu um fyrsta bilin, sum í 1922 kom á land niðri við Kongabrúnna. Eirikur Lindenskov fer at halda røðu, og aftaná avdúkar borgarstjórin eitt minnismerki.
Fleiri gamlir bilar verða at síggja til hátíðarhaldið. Elsti bilur í Føroyum, ein Ford T árgang 1926, sum Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum innflutti í 2007, verður við á Kongabrúnni.
Hesin bilurin er 96 ára gamal. Hann hevur 2,9 litra motor við 20 hk. Framleiðslan av Ford T byrjaði í 1908, og í 1913 fór hann sum heimsins fyrsti bilur á samliband.
Tá framleiðslan steðgaði í 1927 vóru framleiddir meira enn 15 milliónir Ford-T bilar. Hann var heimsins mest seldi bilur heilt fram til 1972, tá kenda VW boblan tók metið frá Ford T.
Við til tiltakið verða eisini tveir teir elstu bilarnir hjá Tórshavnar Sløkkiliðið. Annar er Bedford brandbilurin, árg. 1948, ið var fyrsti nýggi bilur, sum Tórshavnar kommuna átti.
Bedfordurin var keyptur sum ein vanligur lastbilur, ein typiskur lastbilur tá í tíðini. Tað sæst í gerðabókini frá teirri tíðini, hvussu brandmennirnir hava viðgjørt og tosað um, hvussu teir skuldu innrætta/umbyggja lastina á brandbilinum. Tá hann bleiv tikin úr rakstri sum brandbilur, bleiv hann umbygdur til kranabil.
Í hálvfjerðsunum koyrdi bilurin sum kranabilur við einum Tico-krana og var tann fyrsti bilurin, sum Tórshavnar Sløkkilið brúkti at flyta bilar o.a. við, so tann flutningstænastan hevur verið veitt frá Sløkkiliðinum í meira enn hálvtrýss ár.
Fyri 15-20 árum síðan bleiv bilurin settur í upprunastand av brandmonnunum, tá bleiv alt tikið sundur og umvælt, so hann er sum nýggjur.
Eisini verður Triangel brandbilurin, árg 1937, sum bleiv keyptur til Havnar í 1962, við til hátíðarhaldið.
Bilurin varð keyptur frá ‘Københavns Brandvæsen’ fyri 800 krónur pluss ein kassa av øli. Í ølkassanum vóru tá 50 fløskur.
Táverandi borgarstjóri, Sigfred Skaale, var í Keypmannahavn í øðrum ørindum og fekk í boði at keypa brandbilin fyri 800 krónur. Ólukkutíð bjóðaði onkur ímóti, men Sigfred var snildur og legði ein kassa av øli omaná prísin - og fekk bilin.
Tað sigst at Sigfried næstan ikki tordi heim aftur við bilinum, tí tað var ikki viðgjørt í býráðnum at brúka 800 krónur til ein brandbil. Men bilurin varð væl móttikin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo