Puff, aftur ein fundarinnkalling, har tú í veruleikanum ikki átti at luttikið? Lær at skipa fundir og bert innkalla røttu fólkini. Skeiðið er bert 3 tímar, tú sparir tíðina inn fleirfaldað.Tekning synergi.fo
Synergi:
Kom á skeið við Dianu Gilstón og fá effektiv amboð til betri fundarleiðslu
Bara 5 pláss eru eftir til skeiðið! Seinast var útselt, so nú er ikki at drála. Skeiðið fær 10 av 10 stjørnum!
Við effektivari fundarleiðslu hevur tú møguleika at seta kós, finna felags mál og syrgja fyri, at tit fáa tað burturúr fundinum, sum tit fegin vilja.
Tey flestu av okkum hava eina meining um fundir. Vit vilja hava, at teir eru effektivir, geva meining, skapa úrslit, ikki fara av sporinum o.s.fr.
Ofta gongst ikki sum ætlað á fundinum
Hetta kemst av, at vit ikki hava gjørt okkum greitt, hvussu umráðandi tað er, at fundirnir eru væl fyriskipaðir, at tey røttu fólkini luttaka, at fundirnir eru væl stýrdir og at fylgt verður uppá tær avtalur og avgerðir, ið verða tiknar á fundunum.
Á hesum skeiðinum lærir tú at seta rammur um fundir og at stýra fundum.
-
Ymisk sløg av fundum
-
Endamál við fundinum
-
Fyrireiking av tí góða fundinum
-
Hvør skal luttaka, hvat skal á skránna og hvat skal ikki?
-
Fundarstýring – hvussu náa vit málinum í mun til tíð og innihald?
-
Hvussu tryggja vit, at øll vera hoyrd?
-
Hvussu tryggja vit, at fundurin ikki fer av sporinum?
-
Hvussu taka vit avgerðir og hví hevur tað týdning, altíð at avtala “hvør-ger-hvat”?
-
Uppfylging av fundum
-
Hvørjar innanhýsis avtalur eru neyðugar at gera, so vit tryggja, at framtíðar fundir verða effektivir og geva meining fyri allar partar.
Tekna teg HER! Tú kanst eisini ringja 322355 ella senda teldupost til synergi(at)synergi.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo