Ole Gunnar Solskjær segði eftir sigurin í kvøld ímóti Newcastle, at hann ynskir ikki at gevast í Manchester United, eftir at kappingarárið er liðugt.
Solskjær tók við eftir Jose Mourinho í síðsta mánað, og var ætlanin, at hann bert skuldi vera fyribilsvenjari fram til endan av kappingaárinum.
Men nú sær út til, at Solskjær hevur fingið blóð uppá tonnina - hvat ið ikki er so løgið eftir 4 sigrar í 4 dystum.
- Eg ynski ikki at gevast. Hetta eru frálíkir leikarar og ein góður liðandi, segði Solskjær sambært Manchester Evening News.
Manchester United vann 2-0 í kvøld á St James Park. Málskjúttar vóru Romelu Lukaku og Marcus Rashford.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo