3. februar skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni: "Serfrøðin metir framvegis at lítil sannlíkindini eru fyri, at sjúkan kemur til Føroya. Men neyðugt er at fylgja væl við og vit í Sjúkrahúsverkinum eru klár um ein tilburður av coronavirus kemur hendaveg."
Í dag bíða vit eftir svari, eftir at fyrstu fólkini í Føroyum í gjár vórðu kannað, um tey høvdu sjúkuna. Samstundis kunnu vit staðfesta, at Corona smittan er komin til øll grannalondini.
Myndugleikarnir her í Føroyum hava gjørt nógv burturúr at greiða frá, at talan í veruleikanum ikki er um eina so vandamikla sjúku, sæð í mun til nógvar aðrar umfarssjúkur.
Men VP spyr um tú stúrir.
Far til breddan høgrumegin og atkvøð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo