Kjak hevur tikið seg upp eftir at tey sum selja fasta ogn fyri fólk hava rópt varskó, tí so nógvir útlendingar vísa áhuga.
- Heldur hetta fram, er veruligur vandi á ferð, var boðskapurin hjá einum meklara, sum helt politikararnir áttu at umhugsa at seta forðingar við lóg.
Tó hava ongi tøl verið frammi, so tað er óvist, hvussu stórur trupulleikin í veruleikanum er.
VP spyr sínar lesarar, hvat teir halda.
Far til atkvøðugreiðsluna í breddanum høgrumegin og sig tína hugsan.
Til ber at atkvøða til kl 16 í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo