Voxbotn: Eitt hitt mest savnandi tiltakið í Havnini seinastu 11 árini verður nú enn størri. Hesi mongu summurini hevur Voxbotn hvørt ár savnað bæði stór og smá til eina risa tónleikaveitslu í allarbesta umhvørvi í Vágsbotni. Øll hesi árini hevur Voxbotn verið seinasta leygardag í juni, men komandi ár verður Voxbotn sum nakað nýtt - bæði fríggjakvøld og allan leygardagin.
Árið 2020 var sum hjá nógvum øðrum, eisini eitt øðrvísi ár hjá Voxbotn, tí orsakað av korona, var Voxbotn flutt ferð eftir ferð, og at enda vóru Voxbotn 2020 og Voxbotn 2021 dag um dag. Hetta riggaði tó rættiliga væl og fólk tóku avbera væl ímóti hesum, og síðani hava nógvar áheitanir verið, um at gera hetta aftur.
At Voxbotn nú verður 2 dagar gevur eisini nýggjar møguleikar. Ynskið hevur altíð verið, at Voxbotn skal verða fjølbroytt við bæði føroyskum og útlendskum nøvnum og við tónleikabólkum til bæði yngri sum eldri. Ofta hevur sjálv skráin verið ein avbjóðing, tí Voxbotn hevur havt so nógv góð nøvn og ov fáar tímar; men nú Voxbotn 2023 verður yvir 2 dagar eru nýggir møguleikar hesum viðvíkjandi.
Voxbotn 2023 verður sostatt 23. og 24. juni komandi ár, og longu í november verða fyrstu nøvnini almanna kunngjørd.
Sølan av atgongumerkjum byrjar 8. november, tá 300 tey fyrstu atgongumerkini verða seld fyri serprís á 695 kr.
Atgongumerkini til Voxbotn 2023 kosta 995 kr. fyri báðar dagarnar og við dyrnar verður prísurin 1.250 kr.
Atgongumerkini verða seld hjá Effo kring landið, hjá Power í SMS, Visit Tórshavn í Steinatúni og á ebillett.fo.
Vit gleða okkum til enn eitt fantastiskt OY Voxbotn 2023.
OY Voxbotn í samstarvi við Posta, BankNordik, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo