Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: Theodór Þórðarson, Bjarni Már Hafsteinsson og Guðmundur H. Þórsson

Mynd: Theodór Þórðarson, Bjarni Már Hafsteinsson og Guðmundur H. Þórsson

Føroyska sjómansmissiónin: Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku, lá íslandska pelagiska skipið Guðrún Þorkelsdóttir, av Eskifirði á Runavík. Teir fóru avstað aftur leygarmorgunin.

- Í desembur vóru vit í Føroyum og lótu KJ Hydraulik á Kambsdali gervuni (gearini) á trolspølunum. Teir skuldu yvirhála tey og so seta tey uppá aftur fyrst í januar, tá skipið skuldi á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. Tí liggja vit nú á Runavík.

Tað segði skiparin Bjarni Már Hafsteinsson.

- Vit gleða okkum at sleppa aftur til fiskiskap, tí vit hava ligið síðani fyrst í oktober, tá kvoturnar vóru uppi. Árið í fjør var brúkiligt, og tað vóna vit eisini fyri hetta nýggja árið, segði hann.

10 mans vóru við skipinum, men tá teir fiska við nót, eru teir 13. Teir landa fyri tað mesta til verksmiðjuna Eskju á Eskifirði, sum eigur skipið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Bøn var eisini biðin, og teir fingu føroysku heilsanina: -Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Mynd: Theodór Þórðarson, Bjarni Már Hafsteinsson og Guðmundur H. Þórsson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo