Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað skulu bæði evnir, hegni, tíð og eitt ótroyttiligt arbeiðssemi til fyri at upparbeiða eina góða fjølbroytta sunna fyritøku burturúr ongum!

Alt hetta átti Karl Birgir! – Hann var ein livandi og fjølbroyttur íverksetari og hevði lætt við at koma í samband við fólk.

Sum barn var hann framfúsin, og vildi vera bestur í kappingum, í egning og á øðrum økjum. – Tað sæst, sum tikið veðrur til, longu frá barnsbeini, hvør dugur er í.

Eftir lokna skúlagongd, gjørdi Karl Birgir mangt og hvat, var onkran túr t.d.við ”Dragasundi”, hjá Sylvan Jacobsen, koyrdi dumpara o.s.fr. Tá arbeiði minkaði, fór hann í læru á Blikksmiðjuni, har hann skjótt kom frá verkstaði í handilin. Men hann vildi og ætlaði sær meira.

Eftir eina tíð í Blikksmiðjuni, og eftir tað stutta tíð hjá Esmari Simonsen, á Kambsdali,  byrjaði hann egið virki – í smáum -  í leigaðum hølum at innflyta vørur. Væl gekk framá og í 2005, dagin tá Norðoyatunnilin, varð skotin ígjøgnum, flutti  fyritøkan í prýðiligan handils- og goymslubygning í Klingrugarði, har KBI, hevur hildið til og framvegis heldur til ídag við 18 starvsfólkum. Tá felagið gjødist umboðsfelag fyri oljuna Castrol, var tað eitt gjøgnumbrot. Her verður selt bæði til føroyska flotan og til útlendsk før, eisini gjørdi hann aðrar tænastur fyri skipini! – Fyritøkan er í dag sera fjøllbroytt, og seinnu árini hevur hann lagt afturat fyritøkuni við at uppkeypa aðrar fyritøkur. Eisini eigur her at verða nevnt, at hann setti rørsludepilin, Íðka, á stovn!

Hansara íverksetarahugur gjørdi, at hann steðgaði ikki her, sum tann livandi og ágrýtni hugsjónarmaður, so hevði hann ymisk álitisstørv. Fyri at taka onkur av fleiri dømum, sat hann í Klaksvíkar býráði, var nevndarlimur í Betri-samtakinum, hann var ein av eldsálunum í samband við nógv avhildna Sjómannadagin, var við í ”Jólaskipinum” og mongum øðrum. – Vinnulívsráðið í Klaksvík hevði tann framíhjárætt, at hava hann sum nevndarlim og formann í heili 14 ár, har hann var hollur í avrikum!

Hann hugsaði eisini um onnur. Longu í 2004 og hvørt ár, tá árið fór at halla, koyrdi starvsfólk hjá KBI pakkar út til einkjur, einkjumenn og onkur sum sótu einsom, hetta fyri at vísa, at tey ikki vóru gloymd. Hetta er komið væl við hjá mongum heimum.

Tað kom okkum øllum sera dátt við, tá vit fingu boðini um, at Karl Birgir ikki longur var okkara millum men fór í góðum virkisførum aldri 58 ára gamal.

Fyri øll hansara kenist hetta meiningsleyt. Vit æra minni um hendan dygga íverksetara og stríðsmann. Mátti Harrin troysta øll tykkum hansara næstu, sum sita eftir hann og verið við tykkum øllum í stóru sorgini.

Vit takka fyri alt Karl Birgir gjørdi fyri Klaksvík á so mongum økjum og var Vinnulívsráðnum, ein hollur nevndarlimur og formaður í 14 ár inntil fyri trimum árum síðani.

Vit minnast teg við virðing og takksemi!

Ærað veri minnið um Karl Birgir Isaksen.

Vinnulívsráðið í Klaksvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo