Vit fara hampa um Ovaragøtu í Nipuhaga fríggjadagin kl 13.00 og tað er ikki ov seint at møta kl 18.00 tí vit arbeiða til seint út á kvøldi.
Vit hava flutt 55 stk tonsa sekkir av ymiskum tilfari út á gøtuna.
Vit hava 5 stk trillibørur og nógvar spakar/rívur men onkur kann eisini hava trillubøru og spakar og rívur við.
Vónandi verður tað góð undirtøka so hendan gøtan kann gerast liðug og verða til gleði hjá øllum sum vilja ganga ein túr út til Trælanípu / Oyrar.
Gunnar R. Nattestad
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo