Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. SS-001/2024 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um koyrikort til 17 ára gomul

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at seta aldurmarkið til koyrikort til persónbil niður til 17 ár sum eina royndarskipan við ávísum treytum ?

Svar
Landsstýrismaðurin tekur væl ímóti einum orðaskifti um at eftirmeta, hvørt aldurin fyri at taka koyrikort skal verða 18 ár, ella um ein tillaging skal gerast í skipanini, soleiðis at 17 ára gomul undir ávísum treytum kunnu taka koyrikort.

Fyri nøkrum árum síðani bleiv ein royndarskipan sett í verk í Danmark, sum gav loyvi til, at 17 ára gomul kundu taka koyrikort til bil (kat. B – bert til vanligan bil, lítið prutl og traktor- og motoramboð) við samtykki frá foreldrunum.

Hendan skipan krevur, at tey 17 ára gomlu skulu til eina ástøðiliga og verkliga roynd. Ávísar treytir eru eisini knýttar at koyrikortinum. M.a. er tað ein treyt, at tey 17 ára gomlu hava ein hjásitara við í bilinum, sum er minst 30 ár, hevur havt koyrikort seinastu 10 árini uttan frádøming – hvørki treytað ella treytaleyst, og skal til eina og hvørja tíð kunna koyra bilin. Hjásitarin skal geva ráð og vegleiða tann unga bilføraran í ferðsluni. Tann 17 ára gamli bilførarin kann bara koyra í Danmark. 

Danska stjórnin ætlar nú at gera broytingar í nevndu treytunum. Framyvir skal ein 17 ára gamal bilførari kunna koyra bil uttan hjásitara í bilinum í tíðarskeiðnum millum kl. 5 um morgunin og kl. 20 á kvøldi. Hartil verður krav um eina nulltoleransu fyri rúsdrekkakoyring. Í hesum førinum merkir hetta 0,2 promillu fyri allar nýggjar bilførarar, óansæð aldur, og er galdandi í 3 ár frá tí degnum, koyrikortið verður útgivið fyrstu ferð. Markið annars er 0,5 promillu.

Grundgevingarnar fyri at tillaga aldurin eru m.a., at ung, sum búgva uttan fyri býirnar úti á landinum hava torført við at koma til og frá teirra útbúgvingarstaði, og tí brúka tey nógva tíð við almennu ferðsluni, sum ikki koyrir alla tíðina.

Yvir helvtin av teimum, sum taka koyrikort sum 17 ára gomul brúka meira enn 45 min. hvønn vegin til útbúgvingarstaðið. Tí metir danska stjórnin, at broytingin fer at gera stóran mun hjá hesum ungu. Ætlanin er, at broytingarnar koma í gildi á sumri 2025.  

Rådet for Sikker Trafik hevur ávarað móti broytingunum um at lata 17 ára gomul koyra bil uttan hjásitara og víst á, at broytingarnar fara at hava við sær fleiri deyðsvanlukkur í ferðsluni. 

Í Føroyum kann man fáa koyrikort til persónbil, tá man er blivin 18 ár. Tað er ikki møguligt við venjingarakstri, sum tað er í onkrum av grannalondunum okkara. 

Um vit samanbera Føroyar við grannalond okkara, eru tað ikki nógv lond sum framvegis halda fast í, at treytin fyri at kunna taka koyrikort til bil skal vera 18 ár. Flestu londini hava lækkað aldurin til ávikavist 17 ár og í onkrum førum 16 ár. Í Danmark, Týsklandi, Hollandi og Íslandi
kunnu tey taka koyrikort sum 17 ára gomul. Í Norra og Svøríki skulu tey ungu enn vera 18 ár, áðrenn tey kunnu fáa koyrikort, men har verður loyvt venjingarakstri frá tí tey eru 16 ár.

Treytin er tó, at koyring skal vera við hjásitara ella koyrilærara, umframt at tann ungi bilførarin skal hava tikið ein part av ferðslufrálæruni.

Endamálið við hesi skipanini er at hava bilførarar við fleiri royndum, tá teir gerast 18 ár og kunnu fáa koyrikort. 

Ein eftirmeting av okkara skipan við 18 ára aldri fyri at taka koyrikort, eigur at fevna um at
hyggja eftir, hvussu skipaninar virka í grannalondunum, og ikki minst hvørja ávirkan tað hevur havt á ferðslutrygdina, at aldurin er lækkaður.

Tá ráðgevandi fakmyndugleikin í Føroyum, Ráðið fyri Ferðslutrygd, verður spurdur, verður mælt til at vera sera varin við at lækka aldurin.

Orsøkin er m.a., at ung fólk hava verið og eru framvegis yvirumboðaði í hagtølunum, tá tað kemur til ferðsluvanlukkur. Um aldurin verður lækkaður niður í 17 ár, kann væntast, at talið av ferðsluóhappum fer at vaksa.

Sambært Ráðnum fyri Ferðslutrygd eru tað eisini ymiskar orsøkir til, at tað eru tey heilt ungu, sum ofta eru partur av ferðsluvanlukkum.

Høvuðsorsøkin er manglandi royndir hjá bilføraranum í ferðsluni. Kroppur og heili mennist og búnast nógv í tannárunum, og tí kann tað vera stórur munur á einum hálvum ella heilum ári í menning og búning frá 17 til 18 ár. Tí hevur tað stóran týdning, at vit ikki einans hugsa um rørsluførleikan, sum skal til fyri at koyra persónbil, men at tað eisini er umráðandi, at tann persónliga búningin er til staðar. At duga at taka ábyrgdina á seg fyri at sita við róðrið. At duga at meta um avleiðingar av egnum atburði og samanspælið við onnur ferðandi. 

Niðurstøðan hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er greið. Tey mæla staðiliga frá at lækka aldurin fyri at fáa koyrikort til persónbil. Um ynski tó er at lækka aldurin, mælir Ráðið fyri Ferðslutrygd til at seta eitt slag av hjásitaraskipan í gildi fyri nýggjar bilførarar við treytum, t.d. líkar teimum sum eru galdandi í Danmark í dag. Tað ber eisini til at seta aðrar treytir, t.d. treytir til tímar, kilometrar ella avmarking í økjum, sum nýggir bilførarir eiga at hava við hjásitara. Ein tílík skipan nýtist ikki at hanga saman við einum ávísum aldri. 

Akstovan hevur sum heild somu áskoðan sum Ráðið fyri Ferðslutrygd um ikki at lækka aldurin fyri at fáa koyrikort. Í so fall, at avgerð verður tikin um at lækka aldurin fyri at fáa koyrikort, mælir Akstovan eisini til, at ávísar treytir verða settar, sum t.d. at bilførarin skal hava ein hjásitara. Um ongar treytir eru við, fer hetta uttan iva at síggjast aftur í hagtølunum við tað, at
fleiri fara at doyggja ella verða illa løstaði í ferðsluni, sum er beint ímóti endamálsorðingini í §1 í ferðslulógini um, at ongin skal doyggja ella fáa álvarsamt mein av ferðsluvanlukku.

Í Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2008-2015 stendur soleiðis á s. 15:

”Ung eru yvirumboðað í ferðsluvanlukkunum. Av teimum 40, sum doyðu í tíðarskeiðinum 1997 til 2006, vóru 21 ung í aldursbólkinum 13 til 24 ár, ella gott helmingurin. Hetta, hóast hesi aldursbólkurin einans umboðar ein fimtapart av fólkatalinum. Vanlukkurnar henda fyrst og fremst orsakað av ov høgari ferð, rúsdrekkakoyring og ella vantandi royndum og venjing. Og tey ungu fremja hesi brot, hóast tey eru væl vitandi um reglur og lógir. Serliga eru tað ungu menninir, sum halda seg duga alt um tað at koyra bil, eisini bara fáar mánaðir eftir, at teir tóku koyrikortið. Tað merkir, at teir taka kjansir og koyra við váða, tí teir sjálvir halda, at teir stýra støðuni. Hetta gevur ábendingar um, at tað er tørvur á at seta meira fokus á tað at skilja váðan og avleiðingarnar - saman við eini størri ávirkan á framtíðaratferð teirra.”

Batar eru tó hendir á økinum og færri doyggja í ferðsluni. Hetta er eitt úrslit av miðvísum arbeiði frá teimum myndugleikunum, sum varða av ferðsluøkinum og ferðslutrygdini sum heild. Tað er tí sera umráðandi, at hetta arbeiðið heldur fram. 

Í nýggjastu Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019-2027 stendur soleiðis á s. 37:

“Í seinasta 10 ára skeiði – 2009 til 2018 – doyðu 24 fólk í føroysku ferðsluni. Henda minking á 40% er í sær sjálvum ein sera jalig framgongd. Tá hugt verður eftir aldurssamansetingini á teimum, sum vit mistu í hesum tíðarskeiði, sæst, at 7 teirra (ella 29%) vóru ung fólk millum 18 og 24 ár. Ein týðiliga minni partur av samlaðu heildini, men framvegis ein yvirumboðan, tá samanborið verður við restina av fólkatalinum.”

Ferðslutrygdarætlanin hevur ymisk fokusøki, sum roynt verður at arbeiða fram ímóti, men at lækka aldurin fyri at fáa koyrikort er ikki eitt av hesum fokusøkjunum.

Bæði Ráðið fyri Ferðslutrygd og Akstovan meta, at tey eru ikki røttu myndugleikarnir til at gera niðurstøðu í mun til menning og búning hjá ungum, og hvussu búgvin tey eru, tá tey eru 17 ár. Tó er okkurt, sum týðir uppá, at ung eru meira váðafús í ferðsluni og tískil yvirumboðaði í ferðsluvanlukkum. Hetta er eisini staðfest í hagtølunum. 

Sum nevnt innleiðandi, so tekur landsstýrismaðurin væl ímóti einum orðaskifti um at gera eftirmetingar av spurninginum, um aldurin fyri at taka koyrikort skal verða 18 ár ella um ein tillaging skal gerast í skipanini, soleiðis at 17 ára gomul undir ávísum treytum kunnu taka koyrikort.

Skal ein nýggj skipan gerast, so kann hon gerast við íblástri frá skipanum í grannalondum okkara, men eigur tó fyrst og fremst at taka útgangsstøðið í okkara samfelagi. Ikki minst, so mugu vit taka fakmyndugleikar við í viðgerðina, soleiðis at ferðslutrygdin framvegis verður í hásæti.

Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður 
      

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo