VÍF vann sannførandi á Neistanum í finaluni hjá monnum sum varð leikt í Havn í kvøld. Endaliga úrslitið gjørdist 31-23 eftir at Neistin hevði leiðsluna fyrru helvt av fyrra hálvleiki.
Allan munin hjá vestmenningum gjørdi ungi málmaðurin Brandur Silvurstein, sum eisini varð valdur til dagsins leikara. Filip Jojic var topskjútti við 11 málum.
Hetta vikuskiftið er annars stóra steypafinaluvikuskifti í høllini á Hálsi. Hjá kvinnunum var tað Kyndil ið dróg longra stráið og vann 29-21 á Neistanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo