Heimsparturin Australia hevur havt stórar avbjóðingar av skógareldum, longu áðrenn summarið av álvara er byrjað.
Herfyri sást eitt sjaldsamt fyribrigdi, sum tey nevna 'firenado' sum er ein samanseting av fire (eldur) og tornado (melduródn).
Tað hendir, tá nógvi hitin frá eldi fer uppfrá skjótt og áhaldandi upp í luftina. Tað dregur luft til sín í neðra, sum kann vera so ógvusligt, at tað skapar ein meldur av eldi.
Fyribrigdið er sera vandamikið, tí tað er ringt at siga, hvussu tað ferðast, og tað kastar oftani eld og gløður frá sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo