Um tað er óvanliga veðurlagið ella okkurt annað sum ger seg galdandi er ilt at siga. Men tað tykist vera ein sannroynd, at fólk oftari og oftari síggja flogmýs í Føroyum
Videofilmin her á síðuni hevur ein lesari sent okkum. Hann sigur, talan er um eina flogmús sum hann hevur sæð í Tjørnuvík.
Og á Facebook í kvøld siga fleiri frá, at tey hava sæð flogmýs. Ein er John Johannesen, sum sigur seg hava sæð fýra í Gundadali og eina í Brøttubrekku fyrr í kvøld. Onnur svara, at tey eisini hava sæð flogmýs, bæði í og uttanfyri havnina.
Myndina av flogmúsini á forsíðuni eigur Jens Kjeld Jensen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo