Á læraradøgunum, sum hava verið í Norðurlandahúsinum hesar seinastu tveir dagarnar, helt Rigmor Dam, landsstýriskvinna, ein fyrilestur, har hon hugleiddi um týdningin av tí góða læraranum - og hvussu tann góði lærarin er.
"Tað einasta, sum er vist í framtíðini er, at tey, sum í dag eru næmingar í fólkaskúlanum, fara at hyggja aftur á nútíðina og minnast sínar lærarar - tykkum.
Tí flestu okkara minnast ein, einstakan lærara, sum sá okkum, sum varnaðist okkum og sum ávirkaði okkum", segði landsstýriskvinnan millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo