Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Kommunan bjóðaði morgunmat í høllini.

Kommunan bjóðaði morgunmat í høllini.

Árligu Vestmannadagarnir eru hesa vikuna og nógv tiltøk hava verið bæði um dagin og kvøldið.

Í morgun hevur kommunan verið vertur fyri ókeypis morgunmati í ítróttarhøllini, har heilt fitt av fólki høvdu leitað sær, hóast veðrið ikki er av tí besta.

Eitt afturvendandi tiltak í sambandi við Vestmannadagarnar er val av ársins borgara. Hesferð fekk Erla Olsen (eldra) heiðurin. Sagt varð í grundgevingunum, at fá hava sum hon verið við til at økja um trivnaðin í bygdini, eitt nú hevur Erla verið virkin í V.Í.F, hon hevur byrjað sangkór og hevur í nógv ár verið kórleiðari og eisini hevur hon verið urguleikari í kirkjuni í nógv ár.

Bæði í dag og í morgin eru eisini fleiri tiltøk á skránni, og í kvøld verður aftur bjóðaður døgurði. Tá er tað grillaður laksur, toskur og makrelur sum fæst, og sum lokalu veitararnir Hiddenfjord, Vestmanna Fiskavirki og Dánjal í Skálum hava latið.

Skráin fyri dagarnar sæst her

Kommunan bjóðaði morgunmat í høllini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo