Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Politiskt brýtur tað ikki bara á bæði borð, men í øllum borðum og á øllum stigum, landspolitiskt og kommunalpolitiskt.

Leiðandi ábyrgdarpersónar siga, at starvsfelagar í tinginum lúgva, og so hava vit orrustur millum flokkar, samgongur og einstaklingar.

So hart leikar á, at sakførarar mugu upp í leikin.

Men eisini har hava meiningsdannarar í almenna rúminum meiningar.

Valdi advokatruin varð eisini brúktur í CIP-málinum og kann tí ikki brúkast, um tað kom so langt.

Nú er stríð um, hvør leyg fyri hvørjum og nær, og um onkur varð boðin við á fund, ella varð hildin uttanfyri, við ella móti sínum vilja.

Verður eingin ekskluderaður?

Hvør kemur fyri Ingilín?

Verður eingin formaður skiftur út?

Og - fremst av øllum - verður ikki nýval?

Nú er henda tragiska farsan ov nógv av tí góða.

Nú mugu tit steðga.

Sum veljari orki eg ikki meira.

Nú er nóg mikið.

Hol er komið á fólkaræði og tað tolir ikki meira slit.

Royters

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo