Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Óðalsfelag: Tað er ólógligt at selja upplivingar inni á høgunum uttan samtykki frá høgunum. Tíbetur eru flestu fyriskiparar hampafólk. Tey kenna lógirnar og vilja gjarna tryggja, at tiltakið hjá teimum fer at eydnast væl. Tí gera tey sjálvandi greiðar skrivligar avtalur við hagarnar frammanundan.

Um til dømis «North Islands Adventure Race» ella "Átjan Wild Islands" ella okkurt annað felag kundi hugsa sær at skipa fyri einum tiltaki í tykkara haga, so skulu fyriskiparnir, sum tað fyrsta, seta seg í samband við tykkum.

Tað er ikki í lagi, bara at ringja, sama dag, og siga «Tiltakið verður».

Fyriskiparar skulu, sambært lóg, tryggja sær samtykki frammanundan frá øllum teim hagapørtum har farið verður. Avtala um hetta skal fáast í lag áðrenn tiltakið, ikki aftaná.

Er eingin avtala, so verður einki tiltak.

Óðalsfelagið mælir øllum, bæði hagapørtum og fyriskiparum, til at samskifta skrivligt. Allarhelst teldupost, men til neyð umvegis SMS - ongantíð bara telefonsamrøðu, tí hetta kann føra til klandur um hvør segði hvat. Greitt samskifti gevur gott samstarv.

Fær hagin ein fyrispurning, bið so fyrst fyriskipararnar senda tykkum ein teldupost við hesari kunning:

1) HVAT fyri tiltak snýr tað seg um?

2) HVØR skipar fyri tiltakinum? (Hvør er ábyrgdarpersónur?)

3) HVUSSU nógv fólk er talan um?

4) HVAR ætla tit at fara?

5) NÆR ætla tit at fara?

6) KUNNING um hetta er eitt vinnuligt tiltak, og hvør kostnaðurin er, fyri hvønn luttakara?

Tá tit hava fingið hesi boðini skrivliga, umvegis teldupost (til neyð SMS), kann hagaparturin svara aftur við einum loyvi til tiltakið, við teimum treytum sum tit áleggja fyriskiparunum (t.d. krónutal pr.luttakara, haldið tykkum til gøturnar (ella fløggini), latið vøkstur og djór fáa frið, ikki koyra grót á rull, ikki blaka plast og annað dálkandi í náttúruna o.s.fr. o.s.fr.)

Er talan bara um føroyingar, og eingir pengar eru í tí, so kunnu tit geva loyvi til tað uttan samsýning til hagakassan. Tí ræður tann einstaki hagaparturin fyri. Men treytirnar eru neyðugar at nevna í skrivinum.

MINNIST TIL:
Tað er ólógligt at selja upplivingar inni á høgunum hjá onkrum øðrum uttan samtykki og uttan avtalu.

Tað eru hagarnir og bara hagarnir sum hava ræðisrættin.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo