Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

- Eg taki fult undir við, at veðurtænastan verður tikin upp aftur á flogvøllinum í Vágum. Her var veðurtænasta fyrr, og tað var skeivt at leggja hana niður í síni tíð. Nú kemur veðurtænastan aftur á flogvøllin í Vágum, og tað er skilagott. Tí flogferðslan eigur at fáa best hugsandi leiðbeiningar um veðrið, og tað fer hon at fáa aftur nú.

Soleiðis sigur borgarstjórin í Sørvági Eyð Ellingsgaard til tosið í seinastuni um hvar nýggja føroyska veðurstovan skal hava heimstað.

Karmarnir eru til taks á flogvøllinum, staðfestir Eyð Ellingsgaard. Og so er tað eisini sunt fyri veðurfrøðingarnar at hava støð á einum stað, har teirra kunnleiki er nógv virdur og eftirspurdur millum onnur fakfólk, ið eisini hava gott skil fyri veðurfrøði.

- Eg eri sannførd um, at landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard hevur tikið røttu støðuna til staðseting av veðurtænastuni frameftir. So her í kommununi fær veðurstovan blíða móttøku og stóra vælvild, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarsjóri í Sørvági í stuttari viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo