Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip fiska við Ísland og seks eru á landgrunninum.
Streymurin og veðrið verður ikki av tí besta, so tí væntast ikki nógvur útróður.
Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so er ein sum fiskar svartkalva. Annar av Íslandsrygginum og tann sum fiskar svartkala, landa í vikuni.
Fimm pør eru til fiskarí, tey flestu landa í vikuni, tó at fiskaríð er smáligt.
Allir trolbátarnir liggja við bryggju.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo