Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóast veðurlagsekstremar gerast alsamt vanligari og ógvusligari, og veðrið týðiliga er undarligt og á steoridum, verður alt ov lítið gjørt fyri at bremsa veðurlagskreppuni.

Ongantíð hevur útlátið hjá Tórshavnar kommunu verið so høgt sum hesi síðstu árini, sambært nýggjari fyribils uppgerð hjá kommununi.

Tað er hægri enn útlátið í 2019 og enn hægri enn í 2016, tá býráðið samtykti grønu leiðina. Hetta eigur ikki bert at seta alarmklokkur í gongd, men eisini at savna alt býráðið um at venda gongdini skjótt og væl alt fyri eitt.

Hvørt tons av CO2 telur, hevur IPCC staðfest púra greitt. Men hóast mongu ávaringarnar frá stinnastu veðurlags-, hav- og náttúrugranskarum hava ljóðað í fleiri áratíggju, og óteljandi áminningar og uppskot eru komin frá minnilutanum um veðurlagsátøk, hevur hetta enn ikki rinið við hjá sitandi meiriluta.

Meðan ávaringarnar gerast alsamt fleiri og rámari, hevur meirilutin ikki somikið sum fylgt við útlátsgongdini fyrr enn nú.

Og hóast framløga av nýggjastu útlátstølunum hevur verið á skrá á nevndarfundi í náttúru- og umhvørvisnevndini heilar tvær ferðir síðstu mánaðirnar, er málið tikið av skrá “tí tíð ikki er til tað”. Hetta er ikki at taka veðurlagskreppuna í álvara.

Tað er heilt grundleggjandi fyri veðurlagsarbeiðið, at fylgt verður við útlátsgongdini. Hetta eigur at gerast á hvørjum ári, soleiðis at tað verður møguligt at seta inn við fleiri tiltøkum til røttu tíð, um tað vísir seg at vera neyðugt.

Sambært orkupolitikkinum skal hetta gerast á hvørjum ári, men tað er ikki gjørt. Hetta eiga vit saman at tryggja øll tey næstu árini.

Harnæst eiga vit at seta í minsta lagi 20 mió. kr. av árliga til orkusparandi átøk og umlegging til varandi orkukeldur fyri at røkka útlátsmálunum hjá kommununi.  

Verandi játtan er alt ov lítil og ger, at kommunan ikki fær lagt bygningar, bilar og bussleið um. Við nøktandi játtan kunnu vit skjótt og væl leggja um og minka munandi um útlátið, umframt at minka um rakstrarkostnaðin av kommunalu bygningunum og bussum v.m..

Býráðið eigur eisini at umhugsa at áseta eitt innanhýsis CO2 gjald á okkara dálking. Hetta vil tryggja, at tá støða skal takast til keyp av maskinum, bussum og øðrum, at kostnaðurin av umhvørvisdálking er partur av samlaðu kostnaðarmetingini av keypsmøguleikunum. Innanhýsis CO2 gjald verður roynt í øðrum kommunum og verður síðan nýtt til at seta orkuátøk í verk.

Nú er tað av størsta týdningi, at vit standa saman um at bremsa veðurlagskreppuni og gera alt tað, vit megna fyri at Tórshavn gerst ein burðardyggur høvuðsstaður og grønur miðdepil í norðurlondum.

Gunvør Balle og Elsa Berg,
býráðslimir fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu og limir í Náttúru- og Umhvørvisnevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo