Í seinastu viku kom tilmæli frá Heilsumálaráðnum í samband við Coronavirus. Síðan eru fyribyrgjandi átøk ímoti sjúkuni nú eisini sett í verk í Føroyum. Leiðslan í Føroya Symfoniorkestri hevur gjørt av at fylgja hesum tilmæli.
- Tískil boða vit við hesum frá, at Várkonsertin 2020, sum skuldi vera 21. mars í Norðurlandahúsinum fyribils er útsett. Vit høvdu øll glett okkum at spælt áhugaverdu og sera krevjandi várskránna. Tónleikararnir hava fyrireika seg væl, so tað er harmiligt, at vit nú noyðast at útseta konsertina, men hetta er tað rætta at gera, nú støðan er sum hon er, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri.
Tey, ið hava keypt atgongumerki til konsertina fáa peningin aftur við at venda sær til Norðurlandahúsið á teldupost nlh(at)nlh.fo. Í teldupostinum upplýsa tit kontonummar og navn á tí persóninum, sum hevur keypt atgongumerki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo