Partafelagið Varðin í Gøtu hevði 141 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 136 mió kr árið fyri. Tá er talan um móðirfelagið, sum tó hevur nógv skip og aðrar fyritøkur undir sínum veingjabreiði. Verður hugt eftir samtakinum var úrslitið eftir skatt íroknað minnilutaeigarar 108 mió kr, sum skal samanberast við 155 mió kr í 2022. Parturin hjá Varðanum var 113 mió kr ímóti 145 mió kr árið fyri.
Leiðslan metir úrslitini at vera nøktandi.
Varðin eigur allan partapeningin í feløgunum Hvamm, Krossbrekku, Driftini, Gulenni og Desini umframt Varðanum Invest. Harumframt eru skipini Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Gøtunes, Tummas T og Rankin fullur partur av virkseminum. Og so eigur Varðin eisini meirilutan í feløgunum Varðanum Pelagic og Skygni og trolaranum Olgu Mariu.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at samanumtikið vóru prísirnir í lagi. Tó má havast í huga, at Føroya og Bretland onga sínamillum avtalu hava um fiskiskap hvør hjá øðrum, og tað førdi við sær, at makrelurin varð ikki fiskaður í bestu árstíð, tá hann er í bretskum sjógvi. Harumframt vóru prísirnir fyri fiskamjøl og -lýsi metøgir, sum gjørdi, at bróðurparturin av makrelinum bleiv seldur til mjøl og lýsi.
Sildaprísurin var nøktandi, men tað var aftur í fjør ein avbjóðing, at sildafiskitíðin var serstakliga stutt - millum fýra og fimm vikur. Tað leggur trýst á og gongur útyvir dygdina, verður sagt.
Um framtíðina verður sagt, at hóast leiðslan væntar nakað tað sama, so er altíð ein ávísur vági, eitt nú í samband við avtalur við onnur lond og hvussu stóra ávirkan nýggja lógin um tilfeingisgjald fer at hava á raksturin.
Varðin konsernin rindaði 260 mió kr í lønum og felagið rindaði 36 mió kr í partafelagsskatti. Um 250 fólk høvdu sítt starv hjá Varðanum.
Bogi Jacobsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo