Avtalaða vápnahvíldin í Gaza byrjaði klokkan fimm í morgun okkara tíð.
Nógv neyðhjálp er komin frá altjóða samfelagnum til Egyptalands hagani tað skal við lastbili til Gaza ímeðan vápnahvíldin er.
Bardagarnir hava vart í 49 dagar, og vápnahvíldin er avtalað at vera 4 dagar.
Ísrael hevur kastað flogseðlar niður til tey sum eru flýdd, har ávarað verður ímóti at fara heim aftur, tí álopini verða tikin upp aftur, tá vápnahvíldin er liðug, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo