Vágaverk kemur á G! hóast tað eru 18 ár síðani, at G! fyrstu ferð hevði vitjan av Vágaverki, ein bólkur, ið tá bleiv lýstur sum eitt samstarv millum tvær legendur innan Vágasound, so eru teir enn aktuellir og still going strong.
Vágaverk er samstarv millum tvær tær mest markantu synirnar, ið Vágoyggin nakrantíð hevur fostrað Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen.
Nýggjasta útgávan Ivavegur var í uppskoti til fleiri FMA heiðurslønir í ár og annar oddamaðurin Jóan Jakku Guttesen fekk tónleikaheiðurin, fyri sítt arbeiði í m.a. Vágaverki, Tinganest, Guttesen og Stongum og sum einstaklingur.
Jóan Jakku gjørdist kendur sum høvuðsmaður í slóðbrótandi føroyska kultbólkinum Tinganest, áðrenn hann sum einstaklingur gav fløguna Jakkin út.
Sámal Ravnsfjall er upprunaligi føroyski trubadururin eitt slag av føroyskum Bob Dylan. Hann hevur sungið, spælt gittar og munnharpu í ein mansaldur, livað sum gøtutónleikari í Suður Evropa og spælt sum einstaklingur og í bólkum.
Saman raktu Jóan Jakku og Sámal longu á fyrstu fløguni Vágaverk føroysku fólkasálina mitt á snútan, hetta er ikki bert serføroyskur tónleikur, hetta er Vágasoundið í sínum fullkomna líki. Síðan tá eru tvær útgávur komnar afturat, og á nýggju EP'ini er bólkurin enn trúgvur móti upprunanum.
Vágaverk er kanska margháttligasti superbólkur í Føroyum, og tað er ikki uttan orsøk, at vit gleða okkum at hoyra teir á G!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo