Konsertin verður komandi fríggjakvøld, 16. juli kl. 18:30 í gomlu auluni í skúlanum á Giljanesi.
Jubilæumskonsertin verður seinasta tiltakið, ið verður hildið í gomlu auluni á Giljanesi. Skráin til konsertin er samansett við føroyskum sangum. Harímillum er eitt nýtt verk við heitinum “Í hoyna”, Kári Bæk hevur gjørt lagið til yrkingina, sum Mikkjal á Ryggi høgdi í Hýsisá í 1909.
Konsertin verður ókeypis, men høvi verður at lata eitt oyra til kórið.
Nevndin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo