Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hvør hevði droymt um, at nýhugsan og stóra átakið hjá vágafólki skuldi verða gjørt til teirra trælaband?

Tað var djarvt av teimum at bjóða seg til at rinda bummgjald øll árini, til 200 mill.-lánið var útgoldið.

Tað var heldur ikki, fyrr enn vágafólk tóku hasa skuld á seg, at tingið samtykti at fara í holt við Vágatunnilin.

Fyri 6 árum síðani var lánið liðugt goldið, so ikki er tað bummgjald, vit hava goldið seinastu árini.

Tað sær út til at vera okkurt slag av grunni, tí har verður latið stuðul til átøk, sum onki hava við Vágar at gera.

Tað seinasta, ið frættist, er, at ”Vágatunnilin”? skal HJÁLPA SEV við at leggja kaðal undir Vestmannasund.

SEV segði annars, at um kaðalin varð lagdur í tunlinum, so spardu tey 75% av kostnaðinum.

Er tað so ikki SEV, ið eigur at rinda fyri loyvið? – Ella afturfyri rindar alla elnýtslu har í framtíðini?

Hvat feilti seinasta landsstýrunum – og tað í dag er ikki mætari? Vita tey ikki, at bátsbond og trælabond eru ólóglig?

Einahandilin er eisini avtikin.

Vit kenna frá søguni, har trælir vóru hildnir.eftir ynski frá landsins stýri.

Tey serliga væl kendu dømini í okkara nánd, eru trælabondini í teimum kommunistisku og sosialistisku londunum.

Um vit ikki taka jødaforfylgingina við, so høvdu nationalsosialistarnir síni ”Untermenschen” í og úr grannalondum sínum.

Kommunistiski múrurin fall tíbetur friðarliga, so týska fólkið kundi sleppa undan trælabandinum og finna saman aftur.

Tað er óskiljandi, at landsstýrið ynskir at trælabinda vágafólk nærum á sama hátt sum Erich Honecker.

Er tað sama kensla, landsstýrisfólk okkara hava, sum hasin og onnur slík?

Er tað eitt ynski um at sleppa framat at vísa sína makt við at kúga onnur?

Jóhan Nielsen, prestur, fólkatingslimur og sosialistur, legði í okkum børn at minnast tað, Lukas boðaði okkum: ”Gerið móti øðrum, sum tit ynskja, at onnur skulu gera móti tykkum.”

Fyri fáum døgum síðani bar fyrrverandi løgmaður, sum eisini er sosialistur, fram hesi somu boð til Føroya fólk.

Tey, ið ynskja og duga at fylgja hasum boðum, eiga at umboða okkum á tingi.

Magna Reid Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo