Vága Fólkafloksfelag hevur havt uppstillingarfund á Fiskastykkinum í Sandavági í kvøld.
Á fundinum luttóku eisini Beinir Johannesen, formaður floksins, Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og vágamaðurin Rógvi Egilstoft, valevni, sum er búsitandi á Eiði.
Jørgen Niclasen og Fía Selma Nielsen stilla upp til løgtingsvalið 8. desember 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo