Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Røða til hátíðarhaldið fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi:

Vælkomin heim.

Henda fasta kæra heilsanin, sum vit fáa hvørja ferð lent verður í Vágum, hóskar eisini til henda dagin, nú tit í Sjóvinnustýrinum endiliga sleppa heim á Giljanes.

Haldi ikki, at mær nýtist at siga stórvegis frá harmasøguni um hvussu Sjóvinnustýrið í áratíggjur mátti reka higar og hagar, uttan at vita nær tit veruliga fingu fast undir føtur.

Eg harmist um at tit skuldu gjøgnum eina so langa og strævna tíð, áðrenn tit endiliga sluppu heim. Stundum í hampiligum hølum, aðrar tíðir í hølum sum als ikki hóskaðu til endamálið. At tit hava megnað so væl at røkja tykkara uppgávur, og at halda saman upp á starvshópin ber boð um, at tit eru góð við stovnin og við hvørt annað.

Og nógv hava verið góð við hesa heimkomu í politisku skipanini. Tvørturum allar flokkar. Jørgen Niclasen var landsstýrismaður, tá ið Skipasýnið varð yvirtikið og Sjóvinnustýrið skipað her vesturi. Poul Michelsen var landsstýrismaður, tá ið avgerð varð tikin um at byggja nýggju hølini her. Helgi Abrahamsen var landsstýrismaður, tá ið útboð og verklagslóg varð fyrireikað. Magnus Rasmussen loysti fyrsta flagið. Og tað hevur havt stóran stuðul í tinginum. Tað ger onki, um eg nevni nøkur av teimum tingfólkum, ið hava gjørt alt tey kundu at fáa hetta til veruleika: Ingolf. S. Olsen, Johannes Joensen, Rósa Samuelsen, Eyðdis Hartmann Niclasen og Magni Arge. Og so allir kommustýrislimir í oynni og borgarstjórar.

Vit takka teimum. Og takka í dag ikki minst tykkum arbeiðsfólki, arbeiðstakarum, arkitektum og byggifrøðingum, bygginevnd, Landsverki og øðrum, ið hava framt hesa vala bygging.

Nú stendur stásiliga høvuðssætið hjá Sjóvinnustýrinum liðugt á Giljanesi. Vænti ikki at nøkur viðskiftafólk fara skeiv, tá ið tey fyrstu ferð skulu vestur á Sjóvinnustýrið. Tí her er einki at taka feil av. Hetta er ein flott og snotilig skúta, ið skoðar út á hav, út á skipini og út til sjófólkið, sum tit stuðla og verja, við tykkara leiðbeiningum, krøvum, reglum, eftirlitum og váttanum.

Fari at loyva mær, at endurgeva orðini hjá abba mínum:

“Havið! eg bar við mær, inn um skúlagátt,

tað hav, sum víða fløtur sínar breiðir.

Á sveimi hugur bæði dag og nátt,

hjá teim, sum fóru fjarar skipaleiðir.

Er land mítt lítið, so er verðin stór,

og veking elva havsins løg og sangir,

ein rødd av høvunum at hjarta fór,

gav míni stóru langtan sterkar veingir.”

Tað verður eisini hiðani, at tit leita út í altjóða sjógv og út á altjóða pallin, har Føroyar hava tikið lógvatak við aðrar framkomnar sjóvinnutjóðir, um at skapa karmar fyri tryggari arbeiðsplássum á sjónum, fyri fiski- og sjóvinnuna og sum taka ábyrgd fyri umhvørvinum.

Eisini innrættingin, ella apteringin skuldi eg heldur sagt, ber boð um tykkara kjarnuøki: At gera og handhevja reglur fyri trygd og umhvørvi. Tað sæst á litavalinum; reyðu og grønu litirnir sum vísa til bæði bakborðs- og stýriborðslanternuna og ljósføringina, sum er so avgerandi fyri at skil er í siglingini.

Somuleiðis á trygdarnetunum framvið allari lúnningini, upp gjøgnum bygningin.

Einfaldar tilsipingar, sum heilt víst geva bæði frøði og íblástur til nógvar góðar samrøður, bæði við føroyskar og útlendskar gestir.

Eg eri ómetaliga fegin um at Sjóvinnustýrið endiliga fær sítt rætta og virðiliga høvuðssæti.

Føroyar eru ein stórhavstjóð, við nógv størri ábyrgd og ávirkan á bæði trygd, umhvørvi og vælferð í heiminum, enn tey flestu helst geva sær far um. Tí eru stovnarnir, sum skulu tryggja sjófólki, ferðafólki, umhvørvi og farmin so sera týdningarmiklir.

Eisini tí er tað so umráðandi, at vit taka fulla ábyrgd av hesum stovnum, og at vit geva teimum virðiligar karmar til tess at røkja sínar uppgávur. Umframt Sjóvinnustýrið hugsi eg eitt nú um Vørn, MRCC, tyrlutænastuna hjá Atlantsflogi, havnirnar, sjálvbodnu bjargingarfeløgini – og nú eisini Vitaverkið, sum Sjóvinnustýrið fer at umsita frá 1. juni í nýggja árinum. (Og nú skulu keypast spannir við bláari máling, so allir vitar verða reyðir, bláir og hvítir!).

Sjóvinnustýrið fer at liggja her, sum ein viti fyri trygd á sjónum. Eg haldi, at tað er so sera hóskandi, at Sjóvinnustýrið liggur í Vágoynni, har allar bygdir og fólkið í øllum bygdum hava verið so týðandi í allari føroyskari skipasøgu, útróðri og vinnusøgu á havinum.

Og Sjóvinnustýrið er ein sólskinssøga. Ein stovnur ið er eyðkendur av stórum myndugleika, neyvleika og vit og skil. Tit hava ikki latið ótryggar fyribils karmar darva tykkara virksemi, men hava ment stovnin og tykkara virksemi øll árini.

Manningin hjá Hans Jóhannusi, er sett saman av fólki við góðum og viðkomandi útbúgvingum, sum í øllum brøgdum vísa fyrisitingarligt nærlagni. Eisini hava tit drúgvar praktiskar royndir, av skipsdekkum og brúm og úr fyrisitingini á landi. Hetta er alt við til at geva tykkum tann myndugleika og tað álitið, sum skapar virðing um stovnin.

Eg eri vísur í, at hetta hevur verið avgerandi fyri, at hugburðurin og virðingin fyri trygd, trygdarfyriskipanum og umhvørvi er so nógv vaksin seinnu árini.

Vil eisini rósa tykkum fyri, at tit eru ein av teimum stovnunum, sum av álvara hava tikið talgildu møguleikarnar til tykkara, og at tit hava ment talgildar skipanir, sum lætta almikið um hjá teimum, sum skulu mynstra, endurnýggja vinnubrøv, skráseta bátar o.a.

Nú hava tit endiliga fingið eitt heim, sum er bygt til tykkara tørv, og sum í øllum lutum undirstrikar tykkara uppgávur og tykkara upphav.

Her ivist eg ikki í, at bæði tit og viðskiftafólk tykkara, sjófólk og reiðarar, fara at kenna seg heima.

Fari at enda við hesum orðum hjá Hans Andreasi Djurhuus:

“Havið sang um Føroyar, um róðrarbát og skeið,

sang um beisku norðurferð og blíðu suðurleið,

fylgdu tí vit másanum, sum flýgur millum lond,

fataðu vit tó havið best á hesi bardu strond.”

Vælkomin heim og hjartaliga til lukku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo